Frágreiðing
Syndarlig druknivanlukka á Toftavatni: Mánadagin 31. aug. 1964 hendi ein syndarlig vanlukka á Toftavatni, sum hevði við sær, at tríggir smádreingir – 10 og 11 ára gamlir – druknaðu. Ein javnaldur teirra, Hanus Davidsen av Toftum, sum eisini var við, slapp frá vanlukkuni við lívinum. Teir, sum druknaðu vóru: John Mikkelsen, føddur 22. juni 1953, sonur Annu fødd Hansen av Toftum og Jógvan Edvard Mikkelsen. Anna doyði ung, og John vaks upp hjá mostrini Ragnhild og Frank Gaardbo. Pápin giftist uppaftur í Noregi. Jákup Mikkelsen, føddur 19. februar 1954, sonur Ninu og Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum, og Oddmar Andreassen, føddur 21. januar 1954, sonur Hildu og Magnus (Magga ) Andreassen í Runavík. Tey vóru stutt frammanundan flutt av Toftum. Hálvthundrað ár eftir vanlukkuna, í 2014, tóku skyldfólk og avvarandi hjá dreingjunum stig til at seta upp eina minnisplátu í lítlu víkini, har dreingirnir druknaðu. Á minnisplátuni er, umframt nøvnini á dreinjunum og eitt ørindi, ein QR-kota, sum vísir til heimasíðuna livsminder.dk, har greitt verður nærri frá vanlukkuni.
– Nes Kommuna
Keldulisti
Nes Kommuna






