8. februar 2026.
Á hátíðarhaldi fyri løtu síðani varð minnisvarði William Gibson Sloan avdúkaður við Sloans hús við Tinghúsvegin 10 í Havn.
Arbeitt hevur verið í nøkur ár við at seta á stovn eitt savn til minnis um trúboðaran William Gibson Sloan og samtíð hansara. Hann var føddur í Dalry í Skotlandi 4. september 1838 og kom til Føroya á fyrsta sinni í 1865.
Hann virkaði einsamallur í nógv ár, og gjørdist hansara trúboðaravirki upprunin til brøðrasamkomurnar í Føroyum.
Í hesum sambandi hava einstaklingar tikið stig til at reisa minnisvarðan, sum Hans Pauli Olsen nú hevur myndað.












