Eins og navnið týðir á, hevur Thórsvíkin verið bygd longu í hini heiðnu fornøld. Guðurin Thórur hevur her havt sítt hov og verið tilbiðin. Søgnin sigur, at har var bóndi, sum átti alla Thórsvíkina og eyk tess jørð yviri á Sælatræ. Har havdi hann bryta, sum sá um eignir hans har yviri. Eyk tess skuldi hann hava eyguni eftir ófriðarskipum, tí at har yviri sást longur bæði norðureftir og suðureftir. Men brytin var ikki ánøgdur við Sælatræ, tó at hann har havdi allan hin góða sólargang. Ein dagin bóndin í Thórsvík var at sláa gras, ræðst brytin á Sælatræ á hann og drap hann og gróv hann uppi á teim stóra heygi, sum er fyri niðan býlingin Toftir, har suðuri í bygdini, har bóndin helst hevur búð, sum hevur verið landnámsmaður. Hin stóri heygur har hevir verið varnarvirki. Enn um átjanda aldamót sást har ljósliga farvegurin eftir stóra gryvju kring um allan heygin. Uppi á honum er staður, sum heitur kirkjugarðurin. Har skuldi brytin greftra bóndan, sum var flýddur inn í hovið uppi á heygnum; men brytin fór inn í tað og drap hann. Síðan fór hann og drap konu hans.
K.O.Viderø: Saga Thórsvíkar – A. Weihe hevur aðra frágreiðing um hesa hending í bókini “Søga og søgn.”





