Frágreiðing
Funningsfólk kalla hetta økið Føroyar. Ein funningsmaður, f. 1895, visti at siga frá teimum gomlu, at teir plagdu at royna eftir reyðfiski Úti undir Føroyum, og tað hevði hann eisini mangan gjørt sjálvur.
“Ein fýrakantaður klettur á helluni – stutt innan fyri Ánna á Føroyaklettinum. Navnið sigst ganga heilt aftur til landnámstíðina. Føroyar: Funningsmenn nevna økið her rundanum fyri Føroyar, men hetta navnið er ikki so væl kent við Gjógv. Grundin er óivað tann, at funningsmenn í allar tíðir hava róð út og inn eftir fjørðinum og tessvegna eru staðkendari fram við landinum enn gjáarmenn. Ein gamal funningsmaður tók soleiðis til: “Viðhvørt plagdu vit at royna eftir reyðfiski Úti undir Føroyum.” Hann legði aftrat, at var talan um eitthvørt uppi á landi, so varð sagt Úti á Føroyum.”
– Sunda Kommuna
Tað er ogn í staðanøvnunum, og mangan beina tey okkum aftur á onkra hending – onkra søgn ella onkra søgu. Tað er ikki hissini fongur í hesum staðanøvnunum uttarlaga á Funningsfirði, tí tey ganga sum fótur í hosu aftur til frásagnirnar um Grím Kamban og landnámið. At hesi nøvnini hava livað á mannamunni síðani landnámstíðina er í sjálvum sær ein einastandandi søga. Neyvan eru hesi nøvnini so víða kend millum føroyingar, men hetta eru sigandi nøvn, ið vísa aftur á okkara uppruna. Her angar av søgu, og ein túrur úr Funningi og út eftir Líðarbakka kann viðmælast øllum. Tað er lággongt allan túrin, og tað tekur ein góðan tíma at ganga hvønn vegin.
Upprunin til navni
Navnið Førjaklettur (Føroyaklettur) er knýtt at teimum fyrstu fólkunum, sum komu til Føroyar. Sambært frásøgnini um landnám varð fyrsta landsetan gjørd í Funningslíð, har sett var niður á einum staði, sum teir nevndu Føroyakletturin. Navnið merkir eitt týðandi stað, har land varð “funnið”, og er eitt av gomlu staðarnøvnunum, sum speglar hvussu Føroyar fyrst vórðu nevndar og settar í samband við landnám.
Søgan sigur, at írskir munkar vóru her fyrst, men vórðu rikin burtur av víkingum (Dicuil, uml. 825). Grímur Kamban sigst hava komið í land í Funningi um somu tíð. Í frásagnum verður nevnt Føroyakletturin og áin 𝐅ø𝐫𝐣á / 𝐅𝐞𝐫𝐣á. – og økið varð kallað Føroyar.
Les meir um Grímur Kamban HER.
Føroyar
Navnið Føroyar er kent frá einaferð í 13. øld, tá í formunum Fereygjum og Færøyum. Í seinni heimildum finst tað sum Færøyjum (1298), Færeyjar (1360‑80) og Færeyja (1399). Í donskum málsligum høpi kemur navnið fyri í 15. øld sum Fførøum (1412) og Ferøyr (1447).
Navnið Føroyar er samansett av tveimum orðum. Seinni parturin oyar er av vesturnorrønum uppruna. Fyrri liðurin hevur verið tulkaður sum vesturnorrøna orðið fær fyri seyð. Henda tulkingin gongur aftur til eitt norskt handrit frá 15. øld, har navnið er týtt til latín sum insulæ ovium, »seyðaoyggjarnar«, og tað kemst sambært høvundinum av, at í oyggjunum er feitur seyður í túsundatali.
Eisini írski munkurin Dicuil, sum umleið ár 825 segði frá, hvussu teir elstu íbúgvarnir, sum høvdu nomið landið úr Írlandi, nú vóru riknir burtur av norðbúgvum, visti at siga, at oyggjarnar vóru fullar av seyði; hann nevnir tíverri ikki navnið á oyggjunum.
Í endanum á miðøld varð spurnartekn sett við hesa tulkingina, tí fær er ikki longur kent sum norrønt orð fyri seyð, ið á vesturnorrønum æt sauðr. Nýggjari gransking tykist tó at hava sannað, at bæði heitini hava verið til lið um lið í eldri miðøld, og Færøy er kent oyggjarnavn í Noregi, trúliga við somi merking. Tey, sum ivast í seyða-tulkingini, hava í staðin skotið upp tað gæliska navnorðið fearann, »land«, sum tá skuldi rokkið aftur til ta keltisku fortíðina hjá Føroyum. Hóast hetta orðið av málsligum orsøkum neyvan er hugsandi sum forliður, so ber ikki til at útiloka, at aftan fyri forliðin krógvar seg ein vesturnorrøn týðing ella avbronglaður formur av einum ókendum gæliskum navni á oyggjunum.
– Mortensen, A., Mortensen, L. E., Joensen, J. P. & Sølvará, H. A
Keldulisti
Sunda Kommuna.
Visit Runavík. Funningur og Grímur Kamban. Heinta 20.01.2026, frá
https://visitrunavik.fo/funningur-og-grimur-kamban/
Visit Runavík. Grímur Kamban. Heinta 08.012.2026, frá https://visitrunavik.fo/grimur-kamban/
Mortensen, A., Mortensen, L. E., Joensen, J. P. & Sølvará, H. A. Hvat navnið merkir [heimasíða]. Trap.











