Jóannes var stovnari av Fólkaflokkinum í 1939/40 og fyrsti formaður. Hann andaðist brádliga í 1946 80 ára gamal. – Nógv er skrivað og lisið um hann bæði sum yrkjara, høvund politikara og kongsbónda.
Á gravsteininum hjá Jóannesi bónda eru orðini: “Allvæl ræður Harrin happi”! Veit ikki, hvat “happi” merkir, men í Kristelig Ungomsblad for Færøerne, 1918, haldi at próst Dahl hevði ábyrgd av blaðum er ein yrking:”Treystarorð Sverris Kongs”, byrjar hann: “Allvæl ræður Harrin happi” – Undir sálminum stendur “M.R”. – Veit ikki hvør hann er – havi roynt at gita!
Soleiðis skrivar Jógvan við Keldu.