Upprunan til navni
Staðarnavni Fugloy er kent frá 1350 – 1400 sum j Fvghløy ‘í Fugloy’ (Guttesen, 2026).
Oyggin hevur fingið navni av tí nógva fugli, ið har búleikast. Á Fugloy eru tvær bygdir, Kirkja og Hattarvík. Fugloy er ein útoyggj og er tann eystasta oyggj í Føroyum. Søgnin sigur, at Fugloy upprunaliga var ein flotoyggj, ið rak fyri vág og vind. Tá prestarnir kastaðu bíbliuna á land, stóð oyggin føst, og trøllini vórðu vend til túgvur (Hansen, 1971).
Keldulisti
Hansen, J. S. (1971). Tey byggja land – Fugloyar Sókn (1. partur). Egið forlag. Klaksvík.
Guttesen, Rolf: Fugloy i Lex på lex.dk. Heinta 11. maj 2026 fra https://lex.dk/Fugloy





