Nýtsla
Hesin steinurin kallaðu haraldsundsmenn fyri Stein Gutta. Her fóru fólk uppá steinin fyri at rópa. Hetta var fyri at sleppa yvirum. Tað vil siga, at fáa onkran eftir sær. Eisini hava vit hoyrt, at klaksvíkingar søgdu Guttasteinur.
Steinurin liggur undir og sæst ikki í dag.
Upprunin til navni
Helst er tað steinurin hjá Guttormur í Múla. Hann var føddur í 𝐇𝐚𝐫𝐚𝐥𝐝𝐬𝐬𝐮𝐧𝐝𝐢 í 1657 og var sonur Rasmus í Haraldssundi, og tí verður Guttormur skrivaður Guttorm Rasmussen. Hann var bóndi í 𝐌ú𝐥𝐚, og hann var tiltikin stinnur í gandi, sum søgnin hjá Jakob Jakobsen um Guttorm í Múla sigur frá.
Søgnin um Guttorm í Múla kann lesast HER
Keldulisti
Jakobsen, J. (1984–1985). Sagnir og ævintýr (2. útg.; fororð eftir M. Mikkelsen). Tórshavn.







