Gjánoyri

Strond

Frágreiðing

Norðmaðurin Albert Grøn átti hvalastøð í Finnmørkini í Noregi. Hon varð tikin niður og flutt til Føroya og sett upp á Gjánoyri í 1894. Bøndurnir høvdu selt honum lendið fyri 300 krónur. Hvalabáturin æt Urd. Hetta var fyrsta hvalastøð í Føroyum. Í árunum 1906 til 1911 vóru sjey hvalastøðir í Føroyum við upp til 17 hvalabátum. Føroyingar vóru ikki vanir at eta stórhvalatvøst, og varð tað tí fyrst kókað til kríatúr og væl riggaði. Tvøstið gjørdist ein stórur partur av húsarhaldinum, ikki bara í teimum næstu bygdunum, men eisini í bygdum, sum lógu langt burtur frá hvalastøðunum. Norðmenninir vóru sera beinasamir, tí ta fyrstu tíðina kostaði tvøstið einki. Hvalaárini vóru ójøvn. Størst var veiðan í árunum frá 1907 til 1910. Afturgongdin í veiðini frá 1910 til 1913 var sera stór – frá 10.000 føtum til einans 3.500 føt í 1913. Eitt felag fyri og annað eftir gavst tí við veiðini beint fyri fyrra heimsbardaga. Ein sera vakran morgun í 1920 fóru norðmenninir av stað fyri seinastu ferð. Bátarnir vóru tveir, og so var eitt triðja skip, tað var ein stór skonnart, sum teir høvdu sum goymslurúm. Hana høvdu teir sleipað til Føroya, og hon fór av stað aftur við teimum. Á støðini á Gjánoyri royndi Ludda-Kristian í Havn seg í 1925 og 1926, men tá varð støðin endaliga niðurløgd og seld á uppboðssølu fyri 32.000 krónur.

Kelda: Helgi Jacobsen, Hvalurin er mín. Sunda Kommuna

Staðseting

62.224753°N -7.040899°W