Hólmurin á Vatninum

Hólmur

Hólmurin á Vatninum

Tað var síðst í 1920-unum ella fyrst í 1930-unum at ungdómar í Vági fóru undir at gera  hólmin. Helst hava teir hugsa um fáa meiri av fugli at støðast á Vatninum og vóru eisini vóru lítil dunnuhús sett upp kring Vatnið. At laða ein tílíkan hólm, hevur verið strævið.Teir fyltu gamlar bátar við gróti, sum teir síðani søktu. Eisini fluttu teir grót út í tunnum. Um vetrarnar skreiddu teir grót út. Undirlendi har hólmurin er, er sera bleytt, tí sjunkaði hólmurin heilt nógv tey fyrstu árini. Tí vóru menn noyddir at flyta grót út á hvørjum ári, fyri soleiðis at halda grótlaðingina oman fyri vatnlinjuna. Fyri nøkrum árum síðani varð aftur laða omaná  hólmin, samstundis sum mold var løgd omaná . Hesuferð vóru  tað skótarnir, sum stóðu fyri arbeiðinum og teimum at takka liggur hólmurin í dag sum ein lítil grønur blettur mitt á Vatninum. Um jóltíðir er tað vorðið vanligt at seta eitt ljósprýtt granntræ á hólmin, og ger tað umhvørvið kring Vatnið sera jólaligt.

Staðseting

817.669°N -208.906°W