Hetta var torvhús – nú er tað niðurdottið – og varð sjálvsagt eisini havt til seyðin, um einki torv var inni.
Fyri Eystan Lið er einki torv og hevur ongantíð verið tað. Men teir gomlu høvdu tað, so teir kundu bera sær torvið ávegis; tessvegna vóru ofta torvhús nærhendis húsum.
Tað hoyrdi til Miðstovuna.