Staðseting er ókend. Skriva á stadarnovn@heimabeiti.fo um tú kennir til staðsetingina.

Hvannhagi

Einki sett
Frágreiðing

Upprunaliga var alt økið ein eind, men tvær systrar stóðu til at arva tað. Onnur giftist til Trongisvágs og hin til Froðbiar. Systrarnar samdust um at býta arvin, men vóru ósamdar um, hvar markið skuldi ganga. Meðan trætan stóð, var omanlop úr fjallinum við Gráhamar, og urðin fekk navnið Gráurð. Harvið var Hvannhagi býttur í tveir eins stórar partar, og Gráurð hevur síðan verið markið millum tann partin, sum hoyrir til Trongisvág, og hin partin, sum hoyrir til Froðba. Hvannavatn hoyrir til Trongisvág.

– Annika Y. Skaalum, 


Jarðfrøði

Við nýggjari groytisframleiðslu fór aftur at goysa, og hesaferð vóru tað spreingigos, sum høvdu við sær, at fylkið Hvannhagi myndaðist (Hvannhagi Formationen). At gosini nú vóru spreingigos, komst helst av, at groytið rann saman við undirgrund, sum var niðurmáað og umskarað, og sum var vát av jarðarvatni.

Fylkið, ið verður rópt Hvannhagi, er í Suðuroy, Tindhólmi og Vágum, har tað bara er at finna í lægdum í gamla landslagnum. Fyrr varð tað rópt royðugróts-gosmyrjuøkið, og jarðafrøðingar eru ikki á einum máli um, hvørt hetta er sjálvstøðugt fylki ella bara partur av fylkinum Malinstindur; tey eru jarðevnafrøðiliga samlík. Hvannhagafylkið er í flestu støðum 20-30 m til tjúktar, men tætt við gosstøðini í Hvannhaga, í Tindhólmi og Bíggjarskor (í Vágum) er fylkið yvir 50 m tjúkt.

– Árting & Mortensen, 2022


Keldulisti

Árting, Uni Egholm; Mortensen, Lis E.: Geologi på Færøerne i Trap Færøerne på lex.dk. Hentet 11. maj 2026 fra https://trap-faeroeerne.lex.dk/Geologi_p%C3%A5_F%C3%A6r%C3%B8erne

Skaalum, A. Y. Trap Føroyar. Hvannhagi. Hent 11. mai 2026 frá trap.fo

229 a

Staðseting