Turkar vóru í Trongisvági.
Sí III, 9.
*55: Turkar vóru í Trongisvági, væntaðust til Øravíkar. Marin Laarsdóttir [læars-] búði niðuri í Stovu kyndi eitt bál niðuri á Heygnum og settist við eina kirnu at kirna smør – hon dugdi meir enn at mata seg – hevði ein lítlan hund og vendi hann móti Turkum, hundurin møtti teimum í Turkadíki; teir komu ikki longur, men máttu venda við aftur.