Staðseting er ókend. Skriva á stadarnovn@heimabeiti.fo um tú kennir til staðsetingina.

Garðsskatturin

Einki sett

Har húsini í Kelduni og Niðuri í Stovu stóðu.

Tætt heiman fyri húsini Niðuri í Stovu er ein áarløkur. Skatturin var millum áirnar, søgdu teir gomlu – upp undir hamaran og oman har, áirnar runnu saman í eitt. Skattarnir vóru fleiri og vóru felagsogn – hoyrdu til alla bygdina – og vórðu seldir ella leigaðir til beiti hvørt ár á grannastevnu líka til útskiftingina uml. 1948.

Staðseting