Upprunin til navni
Navnið Árant er knýtt at einum tiltiknum manni í Svínoy, sum sambært sagnini var kendur sum seyðatjóvur og varð hildin at duga gand (Jakobsen, 1984–1985). Fleiri staðarnøvn í oynni bera navn eftir honum, millum annað Árantshola.
Nýtsla
Søgnin sigur, at Árantsholið varð nýtt av Áranti til at fletta seyðin, hann hevði stolið (Jakobsen, 1984–1985).
“…tað er hálvan fjórðing inn undir jørðina, men so myrkt og trongt, at eingin maður hevur gingið allan vegin inn í tað. Har innií fletti Árant tann seyð, hann tók.” (Jakobsen, 1984–1985)
Søgnin um Árant kann lesast HER.
Jakobsen, J. (1984–1985). Sagnir og ævintýr (2. útg.; fororð eftir M. Mikkelsen). Tórshavn.






