Frágreiðing
Søgnin sigur, at ein genta, sum æt Silla, var farin til gongu úr Vestmanna til Víkar. Kavarok kom, og eingin Silla kom vegin fram til Víkar. Hon var funnin sitandi undir einum steini, nakað niðan fyri Víkargøtuna, stird í kulda og deyð. Steinurin fekk navnið Sillusteinur.
Kelda: Sunda Kommuna



