Frágreiðing
Í sambandi við, at eini hús vóru bygd ímillum fjøruna og bygdina í 1887 vóru leivdir av einari eldri búseting funnar. Tá ið húsini í 1941 skuldu leingjast vórðu enn eldri leivdir funnar, og fornfrøðingurin Sverri Dahl setti ein útgrevstur í gongd á staðnum í 1942.
Húsatoftir frá víkingatíð – dagfestar til uml. ár 1000 – vórðu grivnar út. Tað vóru toftir frá tveimum bogaum langhúsum, sum vendu norður-suður, skáli, sum eisini eru kend frá øðrum útgrevstrum í Útnorði. Størra húsið stóð nærri ánni og hevði eitt rúm, sum máldi 22 x 6 m. Hitt var bæði styttri og smælari, og tað var bygt saman við øðrum smáum húsum við bási og løðu. Í landnámstíð var ikki vanligt at skilja langhúsið, sum var bústaðurin við eldstaði, frá stallinum á hendan hátt. Tí kann tað vera frá einum seinni tíðarskeiði.
– Jakobsen, H.
Keldulisti
Jakobsen, H. Kvívík og Kvívíkar kommuna [heimasíða]. Trap Føroyar.

