Nei, hatta er ikki órudd, men fornminnir av hægsta slag. Eina nátt í kavaroki í februar 1904 rendi rutuskipið Scotland á land á Hvalnesi. Skipið var á veg úr Danmark til Íslands, men skuldi leggja inn á Havnina. Í kavaroki og hørðum streymi bleiv tað tikið av leið og legði beinini á Hvalnesi.
Ein maður doyði, 2. stýrimaður. Restin fór til gongu. Ein seyðamaður úr Skálavík, Poul Johannes í Stovuni, fann ein stóran skara, sum hann tók til abba mín, keypmannin í bygdini, sum fordeildi fólkið um bygdina.
Hetta eru leivdir av Scotlandi, sum vóru nógv størri í mínum barnadøgum.
Tíðarinnar tonn gnagar.
Kelda : Jens Dalsgaard