Staðseting er ókend. Skriva á stadarnovn@heimabeiti.fo um tú kennir til staðsetingina.

Barmurin

Einki sett

Ýtini : St. Dímun kemur undan Tanganum i Skúvoynni og norðurendin á Sðuroynni undan Mølini í Skúvoy.

Er sandbotnur, ið er innan Skúvoynna millum Bugatanga, sum er tangin, ið sker seg út úr Salthólmanum uttan fyri vágna, og Høvdamøl í Skúvoynni. Barmurin var bæði torragrunnur og sildafiskagrunnur. – Hetta er sjálvur Barmurin vit kalla, men uttan um henda sandbotnin er grótbotnur og her koma teir ymisku ” plinkarnir “.

Staðseting