Tinghella

Hella

Frágreiðing

Var tingstaður í Æðuvík í gamlari tíð?

Sum navnið sigur frá, so hevur Tinghella uttan iva verið tingstaður í gamlari tíð. Umframt at høvuðstingið varð hildið í Havn á hásumri, vóru Føroyar eisini skiftar í seks smærri ting: Suðuroy, Sandoy, Vágoy, Streymoy, Eysturoy og Norðuroyar. Á hesum støðum vórðu tingfundir hildnir um várið, men ein heimild er um heystting. Fundarstaðirnir itu mangan okkurt við ting ella dóm sum t.d. Tinghellan and Dómheyggjar. Økistingini høvdu lægri tign, og mál kundu verða skotin inn fyri hægri rætt á altingið ella løgtingið, men hetta varð ikki altíð gjørt, og fleiri dómar, sum bæði snúðu seg um likamliga revsing og deyðarevsing, vórðu staðfestir og útintir á økistingunum. Avrættingarstaðir eru tí á flestu tingstøðum. Um Tinghellu í Æðuvík siga gamlar frásagnir, at hetta staðið var valt til rættarting av teirri orsøk, at her var ikki møguligt hjá brotsmanni at sleppa til rýmingar, tá hann var komin á Tinghellu.

Kelda: Nes Kommuna, Nes kort

Staðseting

62.074638°N -6.689968°W