Frásøgn: Til Steksmerkur, eitt stórt hús, toftirnar minnist H. C. Larsen
Lars Djurhuus sigur seg minnast Johan Frederik Djurhuus (Sonurin), f.08.07.1892 – d.07.09.1984, siga frá pápa sínum, at eitt hús skuldi standa innanvert Stórhústanga og at enskir sjómenn, sum fiskaðu undir Føroyum, høvdu goymsluhús (Storehouse) til at goyma fiskireiðskap í. Skipini blivu fortoyaði millum helluna undir Berginum og Kvíanestanga. Jarnstengur vóru boraðar niður í helluna. (Hava verið sjónligar). Møguliga kemur navnið frá enska navninum Storehouse.