Tormansheyggur
Í bønum eystan fyri Vágs Vatn er Tórmansheyggur, ella Tormansgrøv, sum staðið eisini verður nevnt. Har skal ein Tórmaður ella Torman liggja grivin, sigur søgnin. So tað man hava verið fyri langari tíð síðani: Hvør hesin Tormann hevur verið er óvist, men ein Tormaður búði við Kráir í 1600 talinum, hann var slektaður úr Fámjin. Hann stendur fleiri ferðir nevndur í gomlu ting-bókunum sum løgrettumaður. Ein løgretturmaður var ein, sum leiddi tingið, tá dómaranum barst frá. So hann hevur verði høgt í metum.
Helst hevur hann verið ein eftirkomari frá Tormanni sum liggur í Tormansheyggi. Í hesum sambandi kunnu vit nevna, at fyri vestan er Tormansmið og inni í Langadølun rennur Tormansá.
Tað sigst, at eftir at Tormann hevði funnið Tormansmið, vildi hann ikki, at famningar skuldi kenna ýtini á miðnum, tí rýmdi hann til Vágs og búsettist við Kráir. Torman vildi verða grivin soleiðis, at hann sá vestur gjøgnum Eiði, vestur á Tormansmið.
Ýtini á hesum miði er Skálin í Sumba og Lítla Túgva í Oyrnafjalli.