Á Stauningi
Ovarliga úti í Toftalíð, er eitt staðarnavn, nevnist á “Stauningi”. Einaferð danski forsætisráðharrin Thomas Stauning, var í Vági stóð Hans Jacob Jensen, eisini nevndur Gásadal fyri honum, og bað hann um jørð til eina kúgv. Onkur sigur, hann møtti Stauning á kaiini, onkur sigur úti í Losjuni hjá Petur Nólsøe. Hann hevði skrivað fleiri ferðir til Stauning, men fekk einki svar. Tað gekk ikki long tíð, so skrivaði Stauning aftur til myndugleikarnar í Føroyum og til Gásadal, sum fekk eitt kúfóður úti í Toftalíð. Seinni kom fram, at øll brøvini, ið Hans Jacob skrivaði til Stauningi, vórðu tveitt burtur. Brævið sum Stauning skrivaði til Gásadal, er enn varðveitt, og er skrivað 13.10.1925, í Keypmannahavn. Gásadal fellir í Gásadalsgjógv (vesturi móti Fámjin) í 1953, 73 ára gamal. Gjógvin er tó ikki kalla upp eftir Gásadal.