Krosslið
Millum Krossjørð og út í hagan eystureftir var ein bøgarðurin. Nú á døgum kallaður “úti við Garð”. Í grótgarðinum var sjálvandi eitt portur ella eitt lið. Ovast á hesum liði var ein krossur. Tí vóru fyrstu húsini eystan fyri portrið nevnd “við Krosslið”. Liðið stóð umleið har eystarahornið á garðinum hjá John Mikkjal Godtfred er. Húsini “við Krosslið” vóru í 1855 flutt úr Lopra til Vágs. Tey vóru staðsett eitt sindur ovari enn tey standa í dag, í 1891 vórðu tey flutt nakað oman, har sum tey nú standa. Næstur at byggja á Krosslið vóru Akusteinus Beder og Jaspur í Smillum Augustinussen. Hetta var umleið 1870.