Ottar
Ottar var katólskur prestur, sum búði í Smillum. Hann var eisini nevndur Smillaguttin. Tá ið hann sunnudagar helt langar prædikur, var tað tí, at tá hevði hann sent húskallarnir út at stjala seyð. Hann fíltust eisini á, at hann fekk ov lítið í sín part, tá ið fuglaveiða var, helst lomvigin skuldi deilast. Ein dagin fór hann sjálvur annar til bjarga. Í berginum suðuri í Faradali var ein torva, sum kallaðist Ottarstorva. Har fór hann niður, ein húskallur sat uppi á eggini og helt línuni. Ottar bant so nógv á seg, at húskallurin megnaði ikki at halda. Hann rópti niður til Ottar, ”eg sleppi”. ”Sleppur tú, so skal tað vera tær ein dýr sleppan”,rópti presturin aftur. Men húskallurin slepti línuni, Ottar fall og rak til havs. Eitt orðatak liggur eftir Ottar í Vági. “Hetta tolir ikki ryggur Ottars, varð onkuntíð sagt”. Fyri mongum árum síðani fór Ottarstorva í havið, og so nógvur uppgangur kom frá henni, at bátar, ið vórðu á útróðri fleiri fjórðingar úr Vágs-Eiði henda dagin, kendu skjálvtan frá omanlopinum.
Gøtu-Elspa
At viðurskiftini hjá fólki okkara gjøgnum tíðirnar hava verið hættislig at starvast undir og vandafull á ymsikan hátt. Men leggjast mundi til brots, hvar so leiðin bar, tí ikki var altíð so rúmsátt heima við hús tá á døgum, minni enn so. Ein teirra var Elsebeth Joensdatter, fødd í Gøtu um ár 1776. Hvussu hon kom suður til Vágs, er ikki heilt greitt, men hon var heilt víst verið ein av teimum fólkum, sum ongan góðan hevur havt at stuðla seg til, hon var jú ógift og ognarleys. Men ein skipan var tó, hesi ognarleysu ólukkudýrini, um ein hevur loyvi at kalla tey sovorðið, vóru so av einum bónda, ognarmanni ella presti tikin í húsið, so tey á ein ella annan hátt kundu arbeiða fyri føðina, tí løn fingu tey ikki, og neyvan klæði á kroppin. Men lívið, tað helt fram sína gongd. Gøtu Elspa var ein av teim mongu í hesum skaranum, og var hon hjá prestinum á Gjógvaágarði í Vági.—Gjógvará-festið var jú stórt , 10 merkur og 4 gyllin, so har var brúk fyri arbeiðsmegi: um summarið var jú stríðst í bø og haga (torv) og um veturin fór tøtingin fram.
Men so eitt kvøldið var hon á veg av Gjógvarágarði yvir í Kráara, býlingur, ið er beint suður av. Gellifrost veður var og hevði ligið eina tíð. Hon kom væl fram, men meðan hon er stødd við Kráir, brennur hann á við kavarokið av landnyrðingi, og bølaniða var eisini.
Í slíkum veðrið er ikki gott at finna veg – hon fer skeiv. Hon gongur vestureftur, og at enda heilt vestur til Vatnið. Í fyrstuni helt ísurin uppi, men tá ið hon er komin longur út, fer hon niður ígjøgnum og til botns. Har druknar Gøtu-Elspa. Tey á Gjógvarágarði trúðu, at hon um náttina gisti við Kráir, men tá ið hon ikki var afturkomin um morgunin, var farið at leita. Hon var so at enda funnin, har hon lá á botninum, holið í ísinum vísti tað, og ein matskjátta lá á ískantinum, har hon var farin niðurígjøgnum. Hesin tilburður fór fram 10. Januar 1856. Í kirkjubókini stendur: Elsebeth Joensdatter død 1/10 1856, ugift, fattiglem, 80 år, druknet.
Men Elspa Joensdatter hevur helst ikki búð á Gjógvarágarði, men í bóndahúsinum í Smillum, tí í fólkateljingin 1. okt. 1855, býr ein Elsebeth Joensdatter, Østerø, fattiglem, inni hjá Jens Fr. Joensen, sum ikki sjálvur var kongsbóndi, men bróður hansara Ole Thomas Joensen. Tí er tað sannlíkt, at Elspa hevur búð í Smillum.