Gongur inn á barminum áraka Glopprókina.
Var settur at tola 200 fuglar at drepa í fygling, tað var skipanin. Har átti kanska tað dupulta av fugli. Annars var tað ójavnt, hvat ið dripið var í teimum ymsu plássunum í fygling. Tá ið tað vóru skilamenn, sum fylgdu, drupu teir minni av fugliní støðum, sum lógu innibyrgd og innarlaga enn á plássum, sum lógu uttarlaga og vóru meira árend hjá fuglinum. Niður í Glopprókina og Jógvansklett var sigið av Gongurókini.