Beint uppi yvir Skortinum. Rókarmóti við Hálvrókina, men iki gongt ímillum.
Heimara Kvíggj var í teirri niðaru Gongurókini. Vestara Kvíggj á teirri ovaru Gongurókini er í støðum í tveimum, eftirsum royðan er til hæddar. Kvíggjarnar vóru tippi til at taka fuglin í við fygling. Teir laðaðu grót upp av rókini og upp undir loftið við lítlum opna í øðrum endanum.