Rókarstubbi.
Í ræning var venja at fara upp á Fliðuknæ, so upp í Gongurókina, haðani vestureftir og heimeftir til at síga niður í smárøkur t. d. Klettin heiman fyri Fliðuknæ – og eygu. Hetta var so smápjøkut, at har var ikki fylgt. Nú verður ikki rænt har, helst av tí, at nú er minni fólk heima hesa tíðina, og eisini er vøllurin burturlopin millum Fliðuknæ og Gongurókina.