Staðseting er ókend. Skriva á stadarnovn@heimabeiti.fo um tú kennir til staðsetingina.

Víntunnuholið / Brennivín

Einki sett

Upprunaligt : Víntunnuholið ella Brenni.

Tætt  uttanfyri Kampannagjógv, niðast í helluni omanfyri sjóvarmálan.

Navnið skal vera komið av tí, at menninir á einum báti, sum kom av handilsferð, løgdu eitt brennivínsílat upp har, so fólk heima við hús einki skuldu vita um tað.

Staðseting