Nøvn
› Hósvík
› Tórsvík
› Thorsvig
› Thorsuig frá 1584
› Þórsvík
Frágreiðing
Hósvík hevur áður itið Tórsvík (Løgtingstíðindir, 1940). Søgnin sigur, at ein norðmaður, Tórur, flýddi úr Noregi og kom til Føroya. Hann setti búgv í Hósvík og bygdi har sín fyrsta garð. Tí varð bygdin kallað Tórsvík, eftir honum. Seinni flutti Tórur úr Hósvík og grundaði Tórshavn (Weihe, 1933).
Bygdin eitur á norrønum Þórsvík og skal hava verið heiðið offurstað (Joensen, J. P.).
Hósvík er elligomul bygd, ein hin elsta í landinum. Fara vit nóg langt aftur í tíð, so æt bygdin ikki Hósvík, men Þórsvík. Fyrri liður í Hósvík stavar sostatt frá mansnavninum Þór (> Tór).
Hendan fremmanda ljóðeindin þ [th] er ikki til í føroyskum í dag, men fór í tvey longu í 1400-talinum og varð annaðhvørt til t ella h. Meðan íslendingar enn siga ‘það’ og ‘þetta’, siga føroyingar ‘tað’ og ‘hetta’. Samanber fimta dag í vikuni: suðuroyingar siga ‘tórsdagur’, og aðrir føroyingar ‘hósdagur’.
– Málráðið, 2025
Søgnin um Tórur kann lesast HER
Keldulisti
Frýdal, V. (2025, 5. august). Navni Thorsvig á skrivt [Mynd]. Facebook.
Føroyakort, flogmyndir. (1958). Bygdin Hósvík [Mynd]. Kortal.
Malráðið. (2025, 15. august). Tekstur um navni frá Tórsvík til Hósvík. [Uppslag]. Facebook.
Weihe, A. (1933). Søga og søgn (Týtt úr donskum av Mariannu Debes Dahl) [Heimasíða]. Tórshavn.
Joensen, P. J. Hósvík [Heimasíða]. Trap Føroyar.
Vitarnargrunnurin. (2024, 11. apríl). Yvirlit yvir ognarjørð og kongsjørð [Talva]. Umhvørvisstovan.
Løgtingstíðindir 1939. (1940). Dimmalætting, Tórshavn.

















