Sethúsini Uppi í Búð eru frá seinast í 1600 talinum. Uppi í Búð búði tann eini av tveimum bóndum Heimi í Húsi. Seinastu fólkini sum búðu har vóru bóndahjúnini Joen Jacob og Ása Joensen. Í verkætlanini at umvæla og afturføra býlingin Heimi í Húsi (2009 til 2012) vóru húsini Uppi í Búð umvæld og førd aftur í upprunalíki. Húsini eru í dag savnshús og opin fyri vitjandi.
Uppi í Búð

Uppi í Búð




. Eigari: Bjørn Patursson
Staðseting
61.984585°N -6.964599°W