Hattardalstindur
644 m høgur tindur á Húsum, norðasta fjallið móti Mikladali. Hammershaimb-AM: Hattardalstindir. Gst. (1898): Hatterdalstinde.
EL tindur k. FL er dalsnavnið Hattardalur í hvørsfalli. Tindurin er
uppi yvir dalinum, har eisini samansett nøvn sum Hattardalsenni og
Hattardalshella eru at finna. FL Hattar- í dalsnavninum er hvørsfall av
*Høttur, sbr. norr. hǫttr k. ‘1. hatt, hette. 2. fjellknatt’ (NO), sum kann
hava verið upprunanavn á fjallinum (sama navnlið hava vit í Hattarvík
og í teimum mongu Hattarsteinum runt um í landinum). Tað ber til at
hugsa sær gongdina soleiðis: Fjallið *Høttur hevur givið dalinum navnið
Hattardalur, sum síðan í sínum lagi hevur givið fjallinum navnið Hattardalstindur, sum kemur í staðin fyri tað upprunaliga navnið á fjallinum
og trokar tað av.
Hattardalstindur
Hædd: 644m






Staðseting
62.29203°N -6.737684°W