Norðanfyri Garðsgjógv, við Norðlambsrætt.
Steffan Kunoy :
Nú eru vit komnir Norður á Garðin tann fyrsti steinurin norðan fyri garðin stendur tætt hjá rættini. Hann kallast Sjúrðarsteinur. Eg havi hoyrt fortalt, hví hann fekk hetta navnið. Tað var fyrr í tíðini teir høvdu verið á fjalli fyri Norðan, og ein húskallur skuldi sita eftir á rættini, og passa uppá seyðin meðan teir fóru ta norðaru gonguna. Hesin húskallur æt Sjúrður og hann skuldi vera húskallur í Norðri-Stovu. Tað húsið er útdeytt nú. Tá teir komu aftur á rættina við tí norðaru gonguni, tá sat hann deyður undir hesum steini. Tí fekk steinurin navnið Sjúrðasteinur.











