Hetta er tann norðasti ella uttasti dalurin á eystursíðuni á Kunoynni.
Tað sum er merkisvert við hesum dalinum er, at hetta er ein stórur dalur við stórum gilum, men tað rennur eingin á oman gjøgnum dalin. So hann er væl drenaður.
Teir gomlu søgdu, at tá tað regnaði illa, var eingin á at síggja í dalinum, men 50 keldur undir bakkanum.